Handilstreytir

Tá tú hevur keypt á heimasíðuni hjá prull.fo, fært tú ein e-mail við einari bíleggingar váttan, har tú sært hvørjar vørur tú hevur bílagt. Gevið gætur! hettar er eitt sjálvvirkandi svar ígjøgnum teldupost, og ikki nøkur juridisk bindandi avtala. Hetta er bert ein kvittan fyri at prull.fo hevur móttikið tína bílegging. Vit tilskila okkum tí rætt til at møguliga avlýsa bíleggingina, um tað vísur seg at vera prentfeilir, tekniskir trupulleikar, trupuleikar við at veita vøru og líknandi støður.

Ein bíleggingar seðil / rokning verður send við teldupostið so skjótt sum vøran er send avstað, og hendan er bindani. Ein bílegging kann angrast við at venda sær til prull.fo, men bert um vøran ikki er send avstað til kundan. Um vøran er send avstað tá kundin angrar keypið, skal kundin sjálvur standa fyri flutningi til seljara, og skal lúka aftursendingar treytirnar.

Allir prísirnir á heimasíðuni eru við MVG.

Gjalding fyri vøru:

Tað er møguligt at gjalda við kortið ella bankaflyting. Tá fari verður til kassan og gjaldstreytirnar eru góðkendar, verður ein ordraváttan send sjálvvirkandi til tín teldupostbústað. 

Fyrivarni verður tikið fyri Prísvillum og útseldum vørum.

Flutningur og veiting:

prull.fo vil gera alt fyri, at vøran verur send avstað innan 1-3 arbeiðsdagar, eftir at peningurin ella gjaldsváttan er móttikin.  Um tað ikki er møguligt at senda bíleggingina innan hettar tíðarbil, fært tú boð um tað.
Um ikki onnur avtala er gjørd, hevur kundin rætt til at avlýsa bíleggingina, um vøran ikki er komin fram til kundan innan 14 dagar. Um vøra skal sendast aftur til prull.fo, set teg í samband við okkum ígjøgnum heimasíðu okkara. Vøran / Vørurnar skulu sendast aftur í uppruna standi og í uppruna eskju. Hon skal pakkast líka væl sum tá pakkin bleiv móttikin. Flutningsgjald fyri aftursenda vøru skal kundin sjálvur taka á seg, um ikki onnur avtala er gjørd.

Um okkurt manglar ella feilur er á vøru, skal kundin gera vart við tað skjótast gjørligt. Um feilur kann rættast á vøru verður vøran umvæld. Um feilurin ikki er til at umvæla, verður nýggj tilsvarandi vøra send til kundan uttan rokning.

Avgreiðslutíð og force majure:

Tað kann henda at støður stinga seg upp, sum seljari ikki kann hava tamarhald á, t.d. kríggj og náttúruvanlukkir. Um slíkar støður eru atvoldin til at vøra ikki kann veitast, ella verður tarna, tekur seljari onga ábyrgd av nøkrum tapi hjá keypara.