Um okkum

Vit eru eitt par í 30'inum við trimum børnum 12 ár, 5 ár og 2 ár. Vit búgva í Kvívík, og tað er eisini haðani vit dríva okkara virkið.

Vit valdu at byrja ein nethandil við baby og barnaútgerð í Septembur 2015, tí vit hildu at tørvur var á tí her heima í Føroyum, og av tí sama røkka út til alt Føroya land. Í fyrstani var vøruúrvalið ikki so stórt, men tað er veksandi, og hetta er vónandi nakað, sum allatíð fer at vaksa við tíðini, og ætla vit einaferð at hava eitt breitt og gott úrval. 

Vónandi taka tit væl ímóti hesum nethandli, og hava tit nøkur serlig ynskir viðvíkjandi vøruúrvalinum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum umvegis teldupost prull@prull.net ella okkara facebook síðu.