Snurk

Snurk

Í 2007 byrjaði Snurk upprunaliga sum ein vælgerðarverkætlan, sum skuldi vísa á øll tey ungu heimleysu í Hollandi. Ístaðin fyri at gera eitt siðbundið samskiftisátak fekk Peggy og maður hennara Erik hugskotið, at tey vildu gera eina vøru, sum kundi seljast og harvið  eisini útvega pening til felagsskapin SZN - The Dutch foundation for homeless youngsters. Hugskotið var at prenta myndir av pappkassum á seingjarklæðir, soleiðis at tað gav illusjónina av at sova sum ein heimleysur, nakað sum vaktið stóran ans og gav eitt avbera gott úrslit. Hetta elvdi til at parið brádliga sá møguleikar við at spæla enn meir við storytelling og myndaprent á seingjarklæðir.

Hugskotini koma allastaðni frá, men í mun til aðrar framleiðarar av seingjarklæðum til børn, tekur Snurk tey smáu í álvara, við at avmynda teirra dreymar um t.d. at vera ein rúmdarmaður, prinsessa, brandmaður o.s.fr. á ein meira búnan og stílreinan máta. Næstan øll settini eru t.d. heilt hvít við einum klárum prentið, sum passar væl inn í serstakliga norðurlendsk heim, har sjálvt barnakømurini gjarna mugu vera løtt og frísklig. Seingjarklæðini frá Snurk eru øll gjørd úr einari høgari bummullargóðsku við serstøkum myndaprentið í góðari sniðgávu. Hvørt tað einasta myndaprent gera tey sjálvið - Rúmdarmaðurin er t.d. gjørdur eftir tí upprunaligu NASA moon lander draktini, Sjórænarin í samband við búnarnir úr filminum Pirates of the Caribbean, Havfrúgvin út frá einari mynd av einum sporlið sett saman við einum sjálvseymaðum og perlubroderaðum yvirdeili og Ballett dansarinnan í samband við The Dutch National Ballet, sum hjálptið parinum við at velja  eitt ballettskjúrt, og síðani var mynd tikin av einari ballett dansarinnu í skjúrtinum. Bara tað besta, hvør einstakur smálutur og mest lívliga er gott nokk, til at framleiða Snurk seingjarklæðir til børn og barnsligar sálir ;)